Hóast tey í HB hava roynt at skúgva alt tos um nakra kreppu burtur seinastu tíðina, so duldi Hallur Danielsen ikki fyri, at tað var ein lætti, nú hann og liðfelagarnir fingu ein somikið trivalidan sigur, sum talan gjørdist um.
- Eg má viðganga, at vit hava verið mest sum kløkkir seinastu tíðina, nú vit brádliga hava tapt fleiri dystir. Tað hevur merkt sjálvsálitið hjá spælarunum, og tað haldi eg eisini sást aftur í dag. Men eg fegnist um, at vit endiliga sýndu ein heihjartaðan innsats. Allir stríddust fyri øllum í dag, og sjálvt um spælið ikki alla tíðina hekk so væl saman, so var eingin, sum fór niður við flagginum.
Tit tóktust eisini fella aftur á »gamla« spælið hjá tykkum, har tit tolnir bíða, til møguleikin kemur. Styrkir tað ikki eisini um sjálvsálitið.
- Avgjørt, men sjálvt tá vit vóru frammanfyri 1-, 2- og 3-0, so vóru vit eitt sindur trilvandi. Tað var ikki fyrr enn móti endanum, at tað veruliga koyrdi hjá okkum, men tá var ÍF so eisini farið heilt niður, helt Halllur.
Eingin panikkur
Fleiri umskipanir hava verið á HB-liðnum seinastu vikurnar. Eitt nú hevur Hans á Lag roynt seg sum áleypari, meðan Jákup á Borg hevur verði bakkur, men Hallur helt á ongan hátt, at talan hevur verið um panikk-loysnir.
- Sjálvandi hava vit havt nakrar skaðar, sum hava gjørt broytingar neyðugar, men tær kundu eisini verið øðrvísi. Hinvegin gevur ein kapping við 27 dystum betri møguleika at royna nøkur ting. Tað er ikki sum við 18 umførum, har hvør dystur er at kalla ein finala. T.d. hava vit havt nakrar ætlanir við at skifta meg og Jákup um, men tær hava bara ikki riggað eftir ætlan.
- Í dag vendu vit so meira ella minni aftur til normala uppstilling, og so ger tað eisini mun, at Heine aftur er við. Hann hevur ein ótrúligan eginleika at standa har, sum hann skal, og hann dugir so eisini at skora, tá møguleikin er har.
Skulu upp í gear
Tosið um 27 umfør og royndirnar, sum hetta loyvir, kann tó ikki halda á í allar ævir. Í dag eru soleiðis 19 umfør eftir, og Hallur dylir ikki fyri, at tað nú er upp á tíðina, at HB av álvara kemur í snúningar.
- Tað er sjávlandi rætt, og tí hevði dysturin í dag eisini so sera stóran týdning. Tolna spæliætlanin krevur eisini, at sjálvsálitið er í lagi, og vit trúgva eisini heilt avgjørt upp á møguleikan móti B36. Tað krevur so hinvegin, at vit eru heilt uppi at ringja.
- Hinvegin vita vit, at tað kann gerast tungt. Eg haldi, at vit nú eru um at merkja, at talan er um fleiri dystir. Sjálvt um tað er stuttligt, so er tað altso strævið, tá tú skalt spæla fýra dystir innan ellivu dagar, soleiðis sum vit nú skulu gera. Tað haldi eg eisini, at fuglfirðingarnir merktu.









