Lætnaði hjá Heðini

Albert Ellefsen sær ikki svart upp á tað, hóast ÍF einki stig hevur eftir tvey 3-1 tap

Favorittarnir í HB vunnu ársins fyrsta sigur, tá ið tað á heimavølli endaði 3-1 ímóti ÍF. Øll málini vóru skor­að í 1. hálvleiki, og HB avgjørdi síðstu løtuna undan steðg­inum.
Bogi R. Petersen legði ÍF framum við brotssparki, sum varð dømt, tá ið Bartal Eliasen í hornasparksstøðu var tog­aður niður. Andrew av Fløtum javnaði eftir horna, og innanfyri tríggjar min­uttir skoraðu brøðurnar Christian og Kristin R. Mouritsen málini, sum vístu seg at bera trý stig til lHB við sær.
HB var leikliga omaná í 1. hálvleiki, meðan ÍF eftir steðgin vísti størri tyngd og trýsti heimaliðið.
HB venjarin Heðin Askham var bæði fegin og lætt­ur, tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð:
– Tað kom illa við, at teir løgdu seg framum, men vit hildu høvdið kalt og spældu væl í 1. hálvleiki. Eftir steðg­in fóru vit í panikk, tá ið teir leypa á, og vit detta alt longri á vøllin. ÍF liðið er gott, og eg eri sera fegin um, at vit vunnu øll stigini, var við­merkingin hjá HB venj­ar­anum, sum rósti veteran­inum Andrew av Fløtum, sum bæði skoraði og var við í upp­spælinum til mál:
– Hann rennur alla tíðina og bjóðar seg til og spælir hinar. Vit hava eitt gott lið, og vit skulu spæla upp á okkara máta, siigur HB venjarin.
Undir liðini á honum stóð ÍF venjarin Albert Ellefsen. Eftir tvey umfør hava hann og ÍF tapt tvær ferðir 3-1, men tað fær ikki venjaran at missa mótið. Hann held­ur, at úrslitið vísir ikki dystar­gongdina:
– Um vit sammeta við í fjør og dystirnar ímóti KÍ og HB, so hava vit mist tvey stig. Mínir spælarar eiga rós uppi­borið fyri, at teir eftir steðgin reistu seg so væl og spældu HB út av vøllinum. Serliga tá ið havt verður í huga, hvussu tað gekk lítlu løtuna undan steðg­inum, tá ið vit missa høvdið og teir fáa málini. Vit vónaðu, at tað beinanvegin eftir steðgin skuldi eydnast at minka um munin. Eg rokni við, at tað hevði skelkað teir, men tíverri fingu vit ikki málið, hóast vit høvdu møgu­leikar. Eitt nú tá ið Dánjal fyri opnum máli sendi oman­fyri tvørtræið, og so hevur Clayton ofta fingið meiri burturúr, tá ið hann kemur í so góða støðu, sum hann var, tá ið hann slapp inn um verjuna.
Hjá ÍF kemur tað illa við, at Jákup Mikkelsen og Høgni Zachariassen, sum vóru lykla­spælarar í fjør, í løt­uni ikki eru førir fyri at spæla. Hesa ferð vóru teir fýra í verjuketuni, og Leivur Joensen og Fritleif í Lambanum røktu vong­verj­ar­nar.
HB liðið hevði somu mann­ing sum í 1-1 uppgerðini ímóti EB/Streymi. Tá ið Christian R. Mourtisen skor­aði til 2-1, rakti bólturin í Bartal Eliasen, og harvið var Hallgrím G. Hansen prís­givin. Tá ið Kristin R. Mourit­sen skoraði til 3-1, varð hann spældur leysur í vinstru av Pál M. Joensen. ÍF málverjin tøvdi eitt vet, og tá ið hann so leyp út, lyfti Kristin bóltin elegant upp um hann.
ÍF er aftast á støðutalvuni, men avrikið í Gundadali var so mikið gott í 2. hálvleiki, at tað lætnaði hjá HB venjar­anum, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.