Lætna: Frá dreymi til veruleika

Tað eru nógv, íð halda seg vita nærum alt um, hvat íð skal til fyri at lætna, men eru ikki før fyri at gera nakað við tað - At droyma um at lætna er nevniliga ikki tað sama sum at gera tað.

At lætna byrjar við tínum tankum. Tankarnir eru týdningarmiklir fyri motivatiónina, íð er tann innara drívmegin. Tú skal sjálv/ur trúgva uppá, at tað kann lata seg gera at lætna, og seta tær tað fyri og planleggja tiltøk, íð kunnu fáa tað til at eydnast. Fyrst og fremst er tað týdningarmikið, at tú ert tilvitað/ur um, hví tú vilt lætna – er tað orsaka av heilsuni, útsjóndini ella onkrum heilt øðrum? Um motivatiónin til tíðir ikki er so góð, kann tað hjálpa at savna teg um, hví tú ynskir at lætna.


Tað krevur eina langtíðar íløgu at broyta vanar. Tú ert ikki í ferð við ein slankikur, men eina lívsstílsbroyting, íð varðar restina av lívinum.


Hugsa jaligt

Okkara tankar og kenslur ávirka royndina at broyta vanar. Royn tí at hugsa jaligt. Neiligir tankar, sum til dømis at tað ongantíð fer at eydnast, kunnu vera ein forðing fyri at tú broytir vanar.

Í staðin fyri at hugsa, at tú ikki hevur tíð til keypa inn ella at fara út at ganga ella venja, skal tú planleggja - bæði tá íð tað kemur til at hava sunnan mat í køliskápinum og at hava tíð til at røra teg. Skriva í kalendarin, nær íð tú skal keypa inn ella røra teg.


Ansa eisini eftir, at tað ikki verður ein umbering, at tú ikki ert motiverað/ur at lætna júst nú…..


”At detta útí”

At eta okkurt, íð ikki var ætlanin, hendir fyri øll. Tað týdningarmiklasta er, at tú kemur víðari beinanvegin og ikki heldur, at so kann alt vera líka mikið. At detta útí er ikki tað sama sum at tú ikki kanst røkka málinum. Royn heldur at finna útav, nær íð hetta hendir – er tað hvørja fer tá íð tú ert kedd/ur, strongd/ur ella glað/ur? Skriva niður hvørjir tankar geva tær loyvi til at detta útí, til dømis um tú hevur uppiborið tað ella at tað er synd í tær. Planlegg síðani hvussu tú kanst takla hesar støður annarleiðis í framtíðini. Royn at avleiða tankarnir og ger okkurt annað enn til dømis at eta sjokolátu ella okkurt søtt – gang ein túr, les eina spennandi bók ella ger okkurt, íð júst tær dámar væl.


Herðaklapp

Tað er hart arbeiði at lætna, so gerð okkurt gott fyri teg sjálva/n, hvørja fer tú hevur rokkið einum máli – ella ímynda tær, hvussu tað verður at lætna til dømis 10 kg. At tú kanst ganga í brekkum ella trappum uttan at tiva, binda lissir uttan ampa ella orka nógv betur at spæla við børnini.



Samanumtikið


• At lætna byrjar við tínum tankum

• Hugsa jaligt – eisini tá íð vekttapið ikki gongur heilt eftir ætlanini

• Planlegg og slepp undan vánaligum umberingum

• At detta útí hendir fyri øll – finn útav hví tað hendir fyri teg