Robin Walters kallar hann seg og fyri stuttum gav hann út fløgu við gomlum countryløgum, ið tey flestu kenna. Hann er uppvaksin á Toftun við country tónleiki, og alskurin til júst henda tónleik er stórur. Pápin spældi guitar, eins og fleiri av mammubeiggjunum hjá Robin gera. Orgul var eisini í húsinum, so áhugin vaktist tíðliga og í dag spælir Robin, sum 20. í hesum verður 26 ár, nærum øll ljóðføri.
Tá hann var 9 ára gamal fekk hann sín fyrsta guitar og hevur hetta ljóðføri fylgt honum síðani.
Robin er uppvaksin í andaligum heimi og fyrsti bólkur, hann var við í, kallaðist Vitin.
Seinni á lívsleiðini gekk kósin aðrar vegir og var hann millum teirra, ið stovnaði rockbólkin "Wolfgang". Har leikti hann í 3 ár. Hann sang og spældi guitar og ljómborð.
Skarv, Nyhavn og Darklands og rockarar
Í 1990 fór Robin til Danmarkar eitt styttri skifti. Seinni, í 1995, flutti hann niður at búgva og kom aftur til Føroya í 1997.
Niðri kom hann á Skarv, í Føroyahúsið og Nærvarpið. Annars har føroyingar koma saman. Og sum so ofta, so endaði við, at Robin undirhelt til veitslur og annað við guitaranum. Hann kom í samband við tónleikarar, føroyskar og danskar.
Ein dani bjóðaði honum í studio, um Robin gjørdi ymiskt arbeiði fyri hann. Her gjørdi Robin fløguna, ið kom fyri stuttum. Tað tók eitt vikuskifti. Tá Robin var liðugur við tað, hann skuldi gera fyri danan, so hugnaðu teir sær við eini máltíð í urtagarðinum. Har vórðu eisini livandi upptøkurnar á fløguni gjørdar. Síðani fór teir inn í studio at taka meira upp. Á miðnátt sunnukvøld høvdu teir tikið alt upp, "filtrað" ígjøgnum teldu og lagt síðstu hond á upptøkurnar.
Hesin danin syrgdi eisini fyri, at Robin slapp at spæla ymsarstaðir í Keypmannahavn. T.d. á vertshúsinum Lurblæseren, Strøget, og í Nýhavnini.
Robin kom eisini við í Rockbólkin Darklands. Darklands søktu í Den Blå Avis eftir sangara og 11 royndu seg, teirra millum Robin.
Tá teir vóru til upptøkuroynd, ráddi um at syngja harðari uttan mikrofon, enn tónleikararnir leiktu við ljóðførunum. Robin fekk plássið!
Eftir hetta nevndu teir í Darklands Robin fyri "den lille mand med den store stemme".
Saman við Darklands ferðaðist Robin kring í Danmark. Millum annað eydnaðist at fáa spæling á Roskildefestivalinum. Hetta kom knappliga og var ikki lýst, men fólk lurtaðu og dámdu væl, hóast tey ikki vistu rættiliga, hvør spældi.
Limirnir í Darklands høvdu ymisk sambond við rockaraharkalið, so her kom Robin rættiliga í rockheimin.
Heim
Í 1997 kom Robin heim at ferðast, fekk arbeiði sum tænari og barrvørður. Soleiðis hitti hann hana, ið nú er kona hansara. Robin fór ikki aftur til Danmarkar og í dag búgva tey í Runavík. Og Robin hevur, sum hann sjálvur sigur tað, konu børn, hund og bil við ongum útstoyti.
Robin gav fløgu út fyri stuttum, men upptøkurnar vóru ætlar til heimanýtslu. Tutl sýndi tó áhuga og fløgan kom á marknaðin og sølan hevur gingið væl.
Robin viðgongur, at hann kann spæla rock eina tíð, men at hann altíð vendir aftur til country, tí hesin tónleikur situr í merginum og alskurin til henda tónleik er stórur.
Robin hevur roynt at funnið tónleikarar til ein countrybólk, men tað hevur ikki eydnast. Orsøkina heldur hann vera, at hann krevur nógv av tónleikarunum. Teir skulu vera stabilir og professionellir. Sama solo skal ljóða eins í upptøkuhølinum, í Runavík ella Kambsdali. Og alkohol og slíkt er ikki loyvt. Robin hevur greiða støðu.
Robin ivast ikki í, at við rættari manning, so er ikki ógjørligt at náa heimsmarknaðin. Tað ræður um marknaðarføring og her duga føroyingar av illa, heldur hann.
Hann nevnir, at sera nógvir dugnaligir bólkar eru í Føroyum, t.d. Frændur og Taxi. Men sjálvur kundi hann hugsað sær at spælt saman við eittnú Countrybólkinum úr Klaksvík, tí teir duga at spæla country. At staðið á palli við teimum, um tað bert varð einaferð, tað kundi Robin hugsað sær.
Robin fæst eisini við at seta føroysk orð til løg frá sekstiárunum. Í sendingini Vikuskifti í ÚF framførdi hann lagið hjá Eric Clapton, Wonderfull tonight, við føroyskum teksti. Eisini hevur hann spælt sangin fyri framhaldsdeildini í skúlanum, og at enda sungu øll við í niðurlagnum, so hetta letur seg væl gera, heldur Robin, sum kundi hugsað sær at selt fløgu sína gjøgnum danskt plátufelag á flatlondum.
Í pottinum hevur hann eisini ætlanir um fløgu við nýggjari country løgum, t.d. við Allan Jackson.
Umframt hetta, so hevur eisini verið prátað um at geva eina fløgu við andaligum tónleiki út.
Andaligur tónleikur
Robin spælir í dag eisini til møtir. Honum dámar sera væl at luttaka á møtum hjá Tormund Hansen av Skála, sum ofta er í Vík og Tjørnuvík og har á leið. Robin metir Tormund sum sera góðan og livandi talara. Tað er stuttligt, krevjandi og gleðiligt at luttaka sum tónleikari á hesum møtum, heldur Robin.
Robin sigur, at møtini eru so livandi og uppbyggjandi. Frí og góð og livandi møti við fríum vitnisburði og livandi tónleiki, sum ofta er country, men saktans kann minna um meiri rock-kendan tónleik av og á.
Robin hevur roynt mangt, men hann vaks upp í einum andaligum heimi, byrjaði at spæla rock og at spæla á vertshúsum, har gestirnir fegnir bjóðaðu øl.
Men við konu og børnum var einki í at velja. Tað var konan og børnini ella fløskan. Og í dag er fløskan goymd burtur og Robin spælir country og er glaður fyri eisini at kunna rópa seg møtitónleikara.
Tað er, sum hevur hann verið allan túrin, og er komin runt.
Og hetta minnir ikki sørt um innihaldið í einum røttum countrysangi.