Um alt hevði verið sum tað skuldi hjá Biritu, so hevði hon enn gingið við barni undir belti og glett seg til hon skuldi eiga. Birita er sett at eiga 12. apríl, men millum jól og nýggjár fær hon verkir og verður innløgd tann 28. desember. Læknarnir leggja hana í drop fyri at steðga verkinum, og tað eydnast eisini í fyrsta umfari. Tann fyrsta dagin í tí nýggja árinum ber ikki til meira, tá eigur Birita ein son, tríggjar og ein hálvan mánað aov tíðliga. Ólavur vigar bert 750 gramm. Av tí, at Landssjúkrahúsið ikki hevur starvsfólk og neyðugu útgerðina um nakað eftirrák skuldu verðið, er neyðugt at senda hann niður á Ríkissjúkrahúsið. Ætlanin er at senda tey niður sama dag við Herkules flogfarinum hjá danska flogvápninum, men veðrið er ov ringt til at flogfarið kann seta seg vesturi í Vágum. Og Ólavur hevur tað somikið gott - eftir umstøðunum - at tey kunnu bíða til dagin eftir at fara niður við Atlantic Airways.
Dagin eftir eru Olivar og Birita niðri á Ríkissjúkrahúsinum við nýfødda soninum; hann ferðast í einari kuvøsu av Landssjúkrahúsinum niður á Ríkissjúkrahúsið í øllum góðum.
Tveir mánaðar á Ríkissjúkrahúsinum
Tá Birita átti, gjørdu hon og Olivar av at doypa drongin beinanvegin.
- Tað vóru vit sjálvi, ið hugsaðu um at ringja eftir presti; vit væntaðu ikki, at hann fór at klára tað, men vit vónaðu tað besta. Vit høvdu tosað eitt sindur um, hvat navn vit skuldu geva barninum, alt eftir um tað fór at verða ein genta ella ein drongur. Tá tað bleiv ein drongur, valdu vit navnið Ólavur, bæði tí at vit halda, at tað er eitt vakurt navn og eisini tí, at hann so er uppkallaður eftir pápa mínum, sigur Birita.
Tá ið tey trý vóru komin niður til Danmarkar og Ólavur var innlagdur á Ríkissjúkrahúsið, byrjaði ein harður gerandisdagur hjá teimum. Øll, sum hava ligið á sjúkrahúsinum, vita, hvussu møðsamt tað kann vera. Olivar og Birita hildu til á Hotell Tórshavn, ið liggur 2.5 kilometrar fra Ríkissjúkrahúsinum.
? Eg haldi, at vit gingu einar 6 kilometrar um dagin, av tí vit gingu so ofta ímillum sjúkrahúsið og hotellið. Tað var við til at halda okkum omaná sálarliga. Av tí sama sýntust tveir mánaðar ikki so lang tíð, sigur Birita.
Birita skundar sær at leggja afturat, hvussu gott tað var at frætta úr Føroyum, at hini bæði børnini hjá teimum høvdu tað gott hjá avvarðandi. Onkur av familjulimunum, ið búgva niðri á Keypmannahavnar leiðini, vitjaðu dúgliga Olivur og Biritu.
Gingið óvanliga væl
Tað hevur gingið óvanliga væl hjá Ólavi at koma fyri seg; ofta verður sagt, at tann fyrsta vikan er avgerandi fyri, um eitt ov tíðliga føtt barn yvirlivur. Læknarnir niðri á Ríkissjúkrahúsinum eru ovfarnir av, hvussu væl tað hevur gingist Ólavi. Øgiliga ofta stinga eftirrák seg upp, ella rætt og slætt yvirlivir barnið ikki. Birita greiðir errin frá, hvussu ofta læknarnir høvdu tað á munni.
? Ongi stórvegis eftirrák hava verið, hann er heilaskannaður og eyguni eru kannað aðru hvørja viku og alt er í fínasta ordan, sigur Birita.
Men sjálvt um tað hevur gingið væl hjá Ólavi og tey eru komin heim, mugu tey framvegis liggja á sjúkrahúsinum. Lunguni eru ikki fult ment enn, og tí má Ólavur fáa ilt allatíðina. Og heldur ikki megnar hann at súgva enn.
? Eg vænti ikki, at vit skulu liggja so leingi afturat, vónandi sleppa vit heim um einar tríggjar vikur, sigur Birita, ið er blivin troytt av sjúkrahúsinum.
Hendan dagin vit vitja Biritu, er vektin hjá Ólavi komin uppá 2820 gramm, og hann sær út til at hava tað gott.
? Hann er ógvuliga sjálvan vakin. Fyri hann er tað sum um hann enn er í móðurlívi. Ta fyrstu tíðina var tað ringt at venja seg við, men nú er eingin trupulleiki, sigur Birita.
Hóast tað hevur gingið væl higartil, so er Ólavur ikki sloppin heilt undan enn. Sum øll onnur ov tíðliga fødd børn, hevur hann veika immunverju. Tað fyrsta árið hevur hann lættari við at fáa lungnabruna enn onnur børn. Á øðrum økjum, til dømis við motorikkinum og eginleikan at tosa, kann hann fara at vera eitt sindur seinni at læra enn onnur, men tað er ringt at spáa um. Men varandi mein fær hann ikki. Ansast skal væl eftir, at ikki ov nógvar fremmandar bakteriur koma ínánd.
- Vit kunnu tó ikki halda hann vekk frá øllum álíkavæl, hann skal jú eisini venjast við bakteriur, serliga hjá systkjunum, sigur Birita.
Gleðir seg at koma heim
Tá ein trínur inn í rúmið, har Ólavur liggur, er ringt at venja seg við slangurnar og tólini, ið hjálpa Ólavi at anda, men hettar er lítið aftur ímóti tí, ið var á Ríkissjúkrahúsinum, greiðir Birita frá. Hon sær út til at hava vant seg við umhvørvið á sjúkrahúsinum, men gleðir seg at koma heim til sín sjálvan. Maðurin hjá Biritu, Olivar, er farin í sítt dagliga yrki aftur. So gerandisdagurin sær út til at koma spakuliga uppá pláss aftur hjá Olivari og Biritu, sjálvt um tey komu inn í tað nýggja árið við einum stórum hvøkki.
1. januar.2002 fer at vera ein dagur, ið tey neyvan fara at gloyma, men tíbetur kunnu tey gleðast um, at sonurin er komin fyri seg og hevur tað gott. Eitt undur er hann; tað eru øll børn.
MYND: LÍTLI ÓLAVUR










