Andreas Laudrup, sonur navnframa Michael, skal nú til Ajax at royna seg. Hollendska stórfelagið vildi enntá eisini hava eldra beiggjan, Mads, til eitt venjingaruppihald, men hesum hevur felag hansara, FCK í fyrsta umfari noktað. Ikki óvæntað hava teir báðir beiggjarnir framúr fótbóltsevni, og í Danmark eru nógv, sum seta stórt álit á framtíðar fótbóltsmenning teirra. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at bæði Michael og Brian Laudrup eisini hava spælt í hollendska felagnum.