Lítli Klávus og stóri Klávus sum útisjónleikur á ólavsøku

Tjóðpallur Føroya og Tórshavnar Kommuna bjóða øllum børnum og barnsligum sálum til ókeypis útisjónleik á 11 ymiskum støðum í Havn um ólavsøkuna

Leikurin er tann væl kenda søgan um teir báðar Lítla Klávus og Stóra Klávus, ið saman við húsdjórum, konu, ommu, tónleikara, dekni - ja øllum møguligum og ómøguligum – koma á vitjan. Har hendir nógv og kanska mugu áskoðararnir eisini hjálpa teimum. 

Leikurin verður spældur uttandura á 11 støðum kring allan býin.

Leikarar eru teir tríggir Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Jákup D. Wardum. Leikurin varir umleið hálvan tíma og tiltakið er ókeypis.

Skrá:

Ólavsøkuaftan 28. juli

Kl. 11.00 Argir: Vøllurin við Gamla skúla 

Kl. 12.30 Argir: FIFA-vøllurin við skúlan á Argjahamri

Kl. 14.00 Undir Gráasteini: Vøllurin við gamla vatnverkið

Kl. 16.30 Norðasta Horn: FIFA-vøllurin

Kl. 18.00 Vøllurin við Heygskrók

Kl. 19.30 Vøllurin í Svanga

Ólavsøkudag 29. juli

Kl. 12.30 Inni á Gøtu: FIFA-vøllurin á Niðaru gøtu

Kl. 14.00 Millum Gilja: Vøllurin

Kl. 16.30 Ternuryggur: Vøllurin við Turidargøtu

Kl. 18.00 Løgmannabreyt: Við skúlan

Kl. 19.30 Fótbóltsvøllurin við Eysturskúlan