Lítli Bróðir Norðanvindur

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út myndabókina Lítli Bróðir Norðanvindur eftir Rolf Krenzer og Anatoli Bourykine. Óla Jákup Niclasen týddi úr týskum.

Hetta er ein sera fitt og vøkur myndabók um indiánagentuna, Bjørtu Sól, sum finnur eitt lítið fyl, sum hevur meislað seg í beinið millum ólátað ungross. Bjarta Sól røktar fylið við størsta kærleika, til tað verður frískt aftur. Hon gevur tí eitt mjúkt ból at liggja á og kalt vatn at drekka. Hon er so góð við lítla fylið, sum hevur hon fingið ein lítlabeiggja, og hon gevur tí fylinum navnið Lítli Bróðir Norðanvindur. Lítli Bróðir Norðanvindur er 28 síður í litum. Bókin er innbundin og kostar 95 krónur í bókhandlunum. Hestprent stóð fyri prentgerðini.