Dramatikkurin var øgiligur og undirhaldið stórt, tá ið uppflytararnir í 07 Vestur seinnapartin høvdu vitjan av uppflytarunum í B68, sum nú rigga til at fara úr Sørvági við 3-2 tapi.
B68 var frammanfyri 1-0 og 2-1, og dómarin dømdi tríggjar ferðir fyri brotssparki til B68, og miðskeiðis í seinna hálvleiki varð 07 Vestur miðverjin Dann Fróðason rikin av vølli. Tá hevði norski Erik Myklebust akkurát javnað til 1-1 eftir deyðbólt úr høgru, sum Jóannis á Steig tók sær av.
Tonni J. Thomsen, sum eftir hálvan tíma hevði umsett brotsspark til 1-0 B68 leiðslu, umsetti aftur brotsspark og til 2-1. Tað varð dømt, tí Dann Fróðason í brotsteiginum óregluliga feldi Steffan A. Løkin.
Mótbrekkan var øgilig hjá 07 Vestur, men heimamenninir vístu framúr hugburð og bæði javnaðu og skoraðu sigursmálið. 2-2 málið var sjálvmál, tá ið Lukasz Cieslewicz við høvdinum stýrdi bóltin í sítt egna mál, og so var tað, at Eiler Fróðason syrgdi fyri, at 07 Vestur kom úr stríðnum við trimum stigum, hóast eldri beiggin, Dann, varð rikin av vølli, og 07 Vestur í tað mesta av einum hálvum tíma var undirmannað.
Jóannis á Steig legði við horna inn fyri úr høgru, og Eiler Fróðason stýrdi við høvdinum bóltin í málið, og so var 3-2 til 07 Vestur.
B68 spenti álopsbogan í botn, og toftamenn vunnu gyltan møguleika at javna til 3-3. Dómarin peikaði fyri triðju ferð fyri brotssparki til B68. Tonni J. Thomsen, sum hevði umsett tvey brotsspørk til mál, royndi seg fyri triðju ferð, men nú var Silas Eyðsteinsson stóri maðurin, sum tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og bjargaði.
Fagnaðurin í heimaleguni var øgiligur, og einki var at siga til, at toftamenn, sum stóran part av tíðini vóru leikliga omaná, vóru ógvuliga vónbrotnir, nú teir stóðu eftir við ongum.