Lítlar vónir til nýggja mannin

Elsa Birgitta Petesen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, hevur ikki betri vónir um eina loysn á arbeiðsósemjuni, nú nýggjur maður situr við skúlamálum, nevniliga varaløgmaður Høgni Hoydal.

Eftir at Signar á Brúnni legði frá sær sum landsstýrismaður, situr Høgni Hoydal við skúlamálum. Høgni og forkvinnan í Føroya Lærarafelag hittust í Krosskasti í sjónvarpsstovuni mikukvøldið.

Elsa Birgitta Petesen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, hevur ikki betri vónir um eina loysn á arbeiðsósemjuni, nú nýggjur maður situr við skúlamálum, nevniliga varaløgmaður Høgni Hoydal.


Lítlar vónir til Høgna

- Har mugu vit siga, at har er vitanin lítil og lítil vón er til mannin,um hann ikki broytir hugburð, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum eisini sigur seg hava skilt á starvsfeløgum, at henda áskoðan er galdandi teirra millum.

- Hann hevði ikki rættiliga skil fyri tí, ið tað snýr seg um. Hann tosaði um at vevja saman og tað er júst tað, ið vit ikki gera. Vit reagera bert uppá nakað, sum løgtingið skuldi havt gjørt fyri trimum árum síðani, sigur Elsa Birgitta Petersen.


Holumanshugburður

- Í okkara yvirlýsing, ið er send út, siga vit, at eitt er at Signar fór frá orsakað av sjónvarpsmálinum, men fyri forstáilsið er tað óheppið hjá okkum, at hann fór. At hann so ikki gjørdi nakað ítøkiligt og nærum var handlingslammaður, kenna vit ikki orsøkirnar til. Vit skilja heldur ikki, hví teir ikki taka fólkaskúladeildina hjá Undirvísingarstýrinum við, tí her hava tey royndirnar og vitanina. Vit høvdu kunnað strekt okkum og hava eisini boðið fram bæði 2 og 3 ár. Vit høvdu kunnað loyst ein trupulleika, sum løgtingið sjálvt er orsøk til. Men í tinginum verður einki gjørt, uttan víst til at fara aftur til gomlu lógina, sigur Elsa Birgitta Petersen, ið metir hatta vera løgnan holumanshugburð.


Fáa stuðul

Elsa Birgitta er glað fyri stuðulin, ið hini fakfeløgini hava víst Føroya Lærarafelag. Hetta hendi á fundi mikudagin.

-Vit fingu dyggan stuðul. Bæði frá teim almennu og teimum privatu. Tað almenna er líkasum nærri okkum, men tey privatu vóru eisini við og tað má eg siga, at tað var fantastiskt, sigur ein fegin forkvinna í Lærarafelagnum.

Í gjár klokkan 15 fóru feløgini á fund við Høgna Hoydal, har tey handaðu honum skriv. Elsa Birgitta Petersen fekk tó ikki luttikið, tí Føroya Lærarafelag tók í gjár ímóti sekriterinum fyri norðurlendsku samskipanini fyri skúlar, pedagogar og lærarar.

Føroya Lærarafelag hevur fingið stuðul frá feløgum í norðurlondum. Um hini føroysku fakfeløgini fara at seta nøkur tiltøk í verk, veit forkvinnan í Føroya Lærarafelag einki um.


Bíða spent eftir semingsmonnunum

Í gjár fyrrapartin hevði Føroya Lærarafelag einki hoyrt frá semingsmonnunum, men tey væntaðu at frætta einaferð seinnapartin.