Tað er nú staðfest, at mannleysi bjargingarbáturin, sum skipið hjá Paul Watson, Steve Irwin, hevur funnið, stavar frá seglbátinum. Ár og vatnfløska er eisini funnið á leiðini. Skipið hjá Paul Watson, sum hevur leitað eftir norska seglbátinum Berserker í Suðuríshavinum, hevur nú broytt kós og siglir nú norðureftir.
- Vit kunnu siga, at hetta er leiðin burtur frá Antarktis, men vit eru kortini ikki givin heilt at leita. Í kvøld verða vit við Franklinoynna og Bearfortoynna. Hetta eru høgar oyggjar og kundu verið góð lývd fyri storminum, ið var. Vit fara tí eisini at hyggja, um Berserk kann verða her.
Manningin hjá Paul Watson sigur, at seglbáturin kann hava drivið á hesar leiðir, og tá Steve Irwin, sum er skipið hjá Paul Watson, kemur á hesar leiðir, verður tyrlan send ein túr runt oynna.
Sjálvt um leitingin ikki endaliga er av enn, stúrir manningin umborð á Steve Irwin fyri tí ringasta. Tey vænta, at Berserk er sokkin.
Tað er nú staðfest, at bjargingarbáturin, sum Steve Irwin hevur funnið, stavar frá seglbátinum.
Tveir av manningini, sum vóru við Berserk, eru nú á Anarktis. Teir fóru í land umleið eitt samdøgur, áðrenn báturin sendi út neyðsignal. Tað eru Jarle Andhøy (38) og Samuel Massie (18).
Hinir tríggir, sum eftir øllum at døma eru sjólátnir við seglbátinum, eru Robert Skaanes (34) úr Tróndheimi, Tom Gisle Bellika (36) úr Oslo ? og suðurafrikanarin, Leonard J. Banks (32).










