Lítla Dímun  ein avbjóðing og ævintýramøguleiki anno 2006

Lítla Dímun verður boðin fram sum útferðarmál í framtíðíni - sum ein eksotisk náttúruperla. Nú húsið við panorama útsýni er komið, ber alt til, er niðurstøðan eftir fleiri ferðir út í oynna í ár.

Útoyggj
Maud Næs

Lítla Dímun er fyri fyrstu ferð tøk sum ferðavinnumál í summar. Síðsta útferð í ár verður leygardagin 22. juli. Í hesum sambandi hevur Sosialurin prátað við Róin Schrøter í Hvalba, ein av høvuðsmonnunum aftanfyri ævintýramøguleikan.



Nær, hvussu og hví byrjaðu útferðirnar til Lítlu Dímun?
- Á oyggafundinum í jannuar í ár byrjaðu menn at tosa um møguleikan, og út á várið hevur verið arbeitt við hesum. Endamálið við útferðunum er at fáa eyka inntøkur til íløgur til húsið, uppgongdir - ja, betra trygdina optimalt.

Nakrir túrar hava verið í ár, hvussu eydnaðust teir?
-Higartil tríggir túrar og komandi leygardag verður seinasti túrurin. Fyrsti túrur var síðst í mai, tað var eitt gongufelag norðani frá, tey yvirnáttaðu í Lítlu Dímun. Túrurin var við báti. Út í allarfagrasta veðri. Innanaftur, har kyrrindini vóru verri, men túrurin var ein stór succes. Fingu afturmelding um túrin mánadagin aftaná í morgunsendingini hjá ÚF, har Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, lýsti útferðina, sum ein væleydnaðan túr, ið hann mælti øllum at royna.
Næsti túrur var 1. juli, har sigið var av Renningini, 16 fólk vóru við. Hesin túrurin verður helst boðin út oftari komandi ár. Hóast mjørki kom á fólkið í erva henda dag, var túrurin væl eydnaður. Tí upplivingin at síga 40 favnar niður er at fara út um sítt egna mark, tess størri verður upplivilisi tá. Hesin túrurin var við báti báðar vegir.
Triði túrur var ein sermerktur túrur, tí hetta var menningarverkætlanin Kvirra Oyggin, har 21 ungdómar og vegleiðarar teirra búðu á Lítlu Dímun í 2 dagar. Tiltakið vísir, at man eisini kann fáa íblástur til mangt og hvat av at vera í Lítlu Dímun.
Fjórða ferðin verður nú leygardagin 22. juli. Vit vita ikki, hvussu nógv vera, tað sær út til, at undirtøka verður fyri túrinum. Talan er um ein gongutúr og møguleikin er at koma í Lítlu Dímun bæði við báti og Tyrluni.

Hvussu eru tit nøgdur?
-Higartil stak væl nøgdir. Fyri tað fyrsta tí málsetningurin vit settu okkum er væl og virðiliga rokkin. Fyri tað næsta tí eftirmetingarnar av túrunum vísa, at fólk eru glað fyri og nøgd við túrin.

Framtíðarmál og ynskir?
-Fyrsta árið er eitt royndarár. Væleydnaðu royndirnar vísa, at útferðirnar eru komnar fyri at verða. Lítla Dímun verður boðin fram sum útferðarmál í framtíðíni - sum ein eksotisk náttúruperla. Nú húsið við panorama útsýni er komið, ber alt til.