Lítil virðing fyri føroyingum í Danmark

Christian Høgni Jacobsen, Jónas Tór Næs, Bogi Løkin og Andreas Lava Olsen eru millum føroyingarnar, sum hava roynt seg í næstbestu deildini í Dan­mark seinastu árini. Teir hava ikki sannført venjararnar um, at teir hava uppiborið pláss í byrjunaruppstillingini.
Brian Kerr segði ikki skilja støðuna á tíðindafundin á Hotel Føroyum undan dyst­inum.
– Tað er ikki tí, at teir hava uppiborið tað. Eg hugsi, at danir hava ikki stórvegis virð­ing fyri føroyingum, og tí skulu føroyingar vísa nógv meira enn danir, sigur Brian Kerr.
Landsliðsvenjarin ynskir, at fleiri føroyskir fótbóltsspælarar fara uttanlands at spæla.
Hann vísir á, at tað er neyðugt, at føroyskir lands­liðs­leikarar spæla á hægri støði, um landsliðið skal fáa betri úrs­lit.
– Flestu spælararnir spæla í før­oysku kappingini, og Voda­fonedeildin er altso ikki mill­um seks tær bestu fótbólts­kapp­ingarnar í heiminum, skemt­aði Brian Kerr.
Hann segði, at samfullir norðurírskir landsliðsleikarar, sum vitjaðu á Svangaskarði í gjár, spæla uttanlands – í Skotlandi og Onglandi.
– Hugsið tykkum, at teir spæla spældur í heimligu kapp­ingini í Norðurírlandi. Lands­liðið hevði ikki staðið seg eins væl, segði Brian Kerr.