Tað er ikki nógv at heinta fyri skip og manning, sjálvt umt ey takað alt av tí fiski, tey veiða við til lands.
Tað er niðurstøðan í einari norðurlendskar granskingarverkætlan, sum fiskimálaráðið og Syntesa hava staðið fyri. Hinvegin loysir tað seg samfelagsliga at taka alt til lands eins og tað á tann hátt fylgir rákinum um at alt tilfeingi skal gagnsnýtast.
Verkætlan var løgd fram á almennum fundi. Tað vísir seg, at sums tøðan er beint nú, so er tað lættast og lønar seg best at gera avskurð og slóg til súrløg, heldur enn nakað annað.
Skal meira fáast burturúr, so krevur tað munandi meira arbeiði og kostar tí eisini meira.
Verkætlanin er gjørd í Noreg, Íslandi og Føroyum.
Íslendsku royndirnar vísa, at kemur alt til lands, so verður tað gagnnýtt - millum annað í heilivágsídnaðinum, men tað tekur tíð at gera slíkt lønandi.
Í løtuni verða tangar og útgerð annars til súrløg sett umborð á trolaran Akraberg hjá Framherja, sum er ein av trolarunum, sum fiskar í barentshavinum.