Eitt sterkt hátrýst liggur mest sum í stað yvir Skandinavia og sendir klára luft inn yvir Føroyar av landsynningi. Samstundis fer eitt rættiliga djúpt lágtrýst móti Grønlandsfjørðinum av suðri, men brúgvaløgini haðani náa ikki til Føroya. Sum frá líður liggur rákið av eystri og frá mikudegnum kemur møguliga regn og kanska okkurt lítið æl. Frá hósdegnum mennist eitt hátrýst yvir Íslandi, meðan hátrýstið yvir Skandinavia viknar.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar, tó í støðum mjørki, og hitin millum 5 og 9 stig. Í nátt turt og yvirhøvur skýggjað og hitin millum 2 og 7 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, frá kvøldi gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 4 til 9 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin um dagin millum 6 og 8 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.
Mikudain.
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 7 m/s, út á dagin lækkar hann í ein landsynning og frískar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og møguliga regn ella okkurt lítið æl. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 6 til 10 m/s, sum makar vindin í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s, um náttina av eystri og landsynningi. Skýggjað og okkurt lítið æl av og á, men møguliga onkur sólglotti. Hitin um dagin millum 6 og 8 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 7 m/s, um kvøldið gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt æl, men møguliga onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi ella eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, men møguliga okkurt æl. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.