Á middegi í dag høvdu bara 32 fólk verið í valhølunum á Toftum, sum hesaferð eru í fimleikarhøll skúlans, og greitt atkvøðu um kommunusamanlegging ella ei.
Brævakvøðurnar eru 24 í tali, og soleiðis var samlaða talið av veljarum í Nes kommunu á middegi í dag einans 56.
Valrætt í Nes kommunu á fólkaatkvøðuni í dag hava 875 borgarar, og valluttøkan á middegi var sostatt 6,4%.
Á borgarafundinum í kommununi í vikuni gjørdu allir bygdaráðslimirnir greitt, at teir fara at atkvøða ímóti, at øll Eysturoyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Høvuðsmyndin er av Símini Johannesen, borgarstjóra í Nes kommunu, sum fyrrapartin var og greiddi atkvøðu saman við konu og dóttir.










