Lítil valluttøka

Valluttøkan á svenska ríkisdagsvalinum sunnudagin var tann minsta síðani seinna heimsbardaga.

Bara 79 prosent av veljarunum settu kross. Fyri fýra árum síðani var luttøkan 81,4 prosent.
Svenskir valgranskarar bera ótta fyri, at tann minkandi vallutøkan hevur samband við sosialan ójavna í samfelagnum, sum ber í sær, at summir minnilutar leggja ikki í at fara á val. Kanningar benda eisini á, at tað eru serliga tey fíggjarliga veikastu í samfelagnum, sum ikki nýta valrættin.
Granskararnir halda eisini, at fólk við varandi sjúku og fólk av fremmandum uppruna kenna seg sett uttan fyri samfelagið, og at tey tí ikki leggja í at fara á val.