Enn eru kavarar ikki slopnir inn í tað slovakiska farmaskipið, sum holvdist í Eystrasalti í gjár Skipið liggur á bakborð, og yvirbygningurin er undir. Í gjárkvøldið royndi ein kavari at sleppa inn í yvirbygningin, men veðrið gjørdi, at hann noyddist at gevast.
-Vit fara at royna at venda skipinum, so tað verður lættari hjá kavarunum at sleppa inn, sigur Søværnets Operative Kommando við DR í morgun.
Ellivu mans vóru við slovakiska skipinum. Tríggir vórðu bjargaðir á lívi, og ein varð funnin deyður.
Hildið verður, at hinir menninir kunnu vera á lívi í onkrum luftrúmi umborð á skipinum. Í dag er ætlanin at vita, um serlig lurtiútgerð kann hoyra ljóð úr skipinum.
Manningin á slovakiska skipinum er úr Turkalandi.