Fótbóltur
West Bromwich var á vitjan á City of Manchester Leikvøllinum ígjár, og var tað pískandi neyðugt, at West Bromwich fekk øll stigini. Men tað hilnaðist als ikki, og endaliga úrslitið var, at West Bromwich tapti 4-2. Hálvleiksstøðan var 2-1, og West Bromwich megnaði at javna til 2-2, men tað rakk ikki, tá saman um kom.
Tað byrjar eisini at síggja sera svart út hjá Newcastle, sum tapti 1-0 ímóti Tottenham á útivølli. Middlesbrough fekk javnleik 0-0 á heimavølli ímóti Fulham, men tað flutti ikki liðið nógv í niðurflytingarstríðnum.
Stoke vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á Blackburn, og Sunderland vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á Hull.
Í hinum endanum eydnaðist tað heldur ikki Aston Villa at vinna hesaferð. Aston Villa fekk bert javnleik 1-1 á heimavølli ímóti West Ham, og má Villa sanna, at tað verður ringt at hála inn á fjórða plássið hjá Arsenal, sum gevur rætt til at spæla í Champions League.