Amerikonsku myndugleikarnir kunngjørdu í dag nýggj búskapartøl, og tey vísa, at tað gongur ikki so væl í amerikanska búskapinum, sum greinarar og búskaparfrøðingar høvdu roknað við.
Myndugleikarnir høvdu roknað við, at vøksturin var 2,4 prosent í øðrum ársfjórðingi, men hann vísti seg at vera 1,6 prosent.
Tað var kortini frægari enn metingin hjá Blomberg News, sum var 1,4 prosent, og tíðindini høvdu eisini jaliga ávirkan á gongdina á danska virðisbrævamarknaðinum, sigur DR.
Í fyrsta ársfjórðingi var vøksturin á amerikanska búskapinum 3,7 prosent.