Lítil vøkstur í fólkatalinum

Tann 1. desember 2007 var fólkatalið í Føroyum 48.405. Hetta eru 44 fleiri enn 1. november og 131 fleiri enn fyri einum ári síðani Hóast fólkatalið um ársskiftið ikki endaliga er uppgjørt enn, so bendir alt á, at tað verður hægri enn árið frammanundan, men kortini lægri enn 1. august, tá 48.564 búðu í Føroyum.

Av teimum 48.405, sum 1. desember búðu í Føroyum, vóru 23.226 konufólk og 25.179 mannfólk. Konufólkini vóru sostatt 1.953 færri, og í miðal vóru tað 108,4 mannfólk fyri hvørji 100 konufólk.

Um vit hyggja at, hvussu kynslutfallið býtir seg upp á sýslur, síggja vit, at í øllum økjunum í landinum eru konufólkini færri enn mannfólkini, men nakað av muni er á. Upp á seg eru tey fækstu konufólkini í Sandoyar sýslu, har tað 1. desember vóru gott 117 mannfólk fyri hvørji 100 konufólk. Tað javnasta býtið var í høvuðstaðnum, har tað vóru gott 102 mannfólk fyri hvørji 100 konufólk. Restin av landinum liggur harímillum.

Sum í flestøllum framkomnum londum, veksur miðalaldurin í Føroyum alla tíðina so hvørt sum lutfalsliga fleiri koma longur upp i árini.

Tann fyrsta desember 2007 var miðalaldurin í Føroyum komin upp á 37,3 ár, og vøksturin í miðal síðani 2005 okkurt um 2 til 3 mánaðir um árið.

Men eisini aldursbýtið er ójavnt býtt um landið. Hægsti miðalaldurin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslu, har hann nú er ákvíkavist beint yvir og undir 40 ár Í høvuðsstaðnum er miðalaldurin 36,6 ár og harvið tann lægsti í landinum.

Tað er áhugavert, at í Suðuroy hevur mestsum eingin vøkstur verið í miðalaldrinum seinastu tvey árini, og í Vágum stendur hann at kalla í stað, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.