Høgni Hansen, sum starvast á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at prísirnir á hýsu í løtuni liggja úr góðum 10 krónum og upp í einar 17 krónur fyri kilo alt eftir støddini.
Hann sigur, at nøgdirnar av hýsu 1 á marknaðinum eru smáar, men hesin fiskurin liggur millum 14-17 krónur fyri kilo.
- Hýsa 2 liggur millum 12 og 13 krónur fyri kilo, og hýsa 3 liggur um góðar 10 krónur fyri kilo, sigur Høgni.
Lítil toskur
- Tað er ógvuliga lítið av toski á marknaðinum, men tann toskur, sum er, hevur havt góðan prís.
Høgni Hansen sigur, at toskur 1 og 2 hevur ligið millum 23 og 24 krónur og heilt upp í 25 krónur fyri kilo, meðan toskur 3 og 4 hevur ligið upp í 21 krónur fyri kilo.
- Toskurin av Føroyabanka hevur ligið uppaftur hægri í prísi, leggur hann aftrat.