Kappróðrarbátarnir, sum stóðu inni í snikkaravirkinum inni á Fjørð í Vestmanna, fingu ongan skað av eldinum í morgun Av tí at sløkkiliðið var so skjótt á staðnum, tá ið boað var frá eld í snikkaravirkinum inni á Fjørð í Vestmanna, gingu bara 20 minuttir, til eldurin var sløktur.
Skaðin avmarkaði seg til ein verkstað í einum parti av húsinum.
Orsøkin til eldin er framvegis ókend.