Lítil prísvøkstur seinasta árið

Seinasta árið hækkaðu prísirnir á vørum og tænastum til húsarhaldini við einum hálvum prosenti. Seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at frá fyrsta ársfjóðingi í fjør til fyrsta ársfjóðring í ár hækkaðu brúkaraprísirnir 0,5 prosent.

Hagstovan skrivar í morgun, at prísirnir í nýtlsubólkinum »ymiskar vørur og tænastur« vuksu mest. Her vóru tað gjøld fyri fíggjartænastur, sum áttu meginpartin av vøkstrinum. Prísurin at búgva á hotelli og eta úti hækkaði 3,4 prosent.

Prísirnir á matvørum – samanlagt – hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Kjøtprísirnir eru farnir 3,2 prosent upp og drekka 2,4 prosent upp, meðan frukt er blivin 4,5 prosent bílgari og matolja og fitievni er blivið 3,8 prosent bíligari.

Mest eru prísirnir lækkaðir fyri innbúgv, húsbúnaður o.l. og eisini samskifti er vorðið bíligari seinasta árið.

Árligi prísvøksturin er prístalið í einum ársfjórðingi samanborið við prístalið sama ársfjórðing árið fyri. Prísvøksturin seinasta árið er tann lægsti síðani 3. ársfjórðing 2010.

Síðani seinasta ársfjórðing í 2012 hava prísirnir - samanlagt - staðið í stað. Samskiftið er vorðið nakað bíligari, eisini flutningur, hotel og matveitarar, men samstundis hava smáar príshhækkingar verið í hinum bólkunum.

Brúkaratalið er nú 121,3 samanborið við 121,4 seinasta ársfjórðing.