Politikararnir í Løgtinginum hava lítlan áhuga í at gera Føroya aftur til fleiri valdømi.
Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Eftir at gomlu valdømini vórðu avtikin og alt landið varð skipað í eitt valdømi. var stór ónøgd við skipanina.
Tað endaði við, at í 2010 setti Løgtingið eina serfrøðinganevnd at endurskoða valskipanina.
Nevndin var komin rættiliga væl áleiðis við arbeiðnum, tá ið tá ið løgtingsvalið var í heyst.
Tá tók nýtt løgting við og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at formansskapurin viðgjørdi støðuna hjá nevndini, nú eitt nýtt løgting varð valt.
Í tí sambandi varð avgjørt at spyrja politisku flokkarnar hvussu teir mettu um støðuna og um teir hildu, at arbeiðið at endurskoða vallógina skuldi halda fram, ella ikki.
Men nú meiri enn eitt hálvt ár er farið, og Løgtingið hevur fingið summarfrí, er framvegis lítið og onki hent.
- Eg havi framvegis ikki fingið svar frá øllum flokkunum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann tekur hetta, sum at áhugin fyri málinum er ógvuliga lítil og tað er heldur ongin í Løgtinginum, sum tosar um tað longur.
Tí ivast hann í um meiri hendur í málinum.
Sjálvur heldur hann, at hetta gevur ábendingar um, at ætlanin at endurskoða vallógina dettur niðurfyri.
Men formliga er so ongin avgerð tikin enn og Løgtingsformaðurin sigur, at hann fer enn enn einaferð at heita á flokkarnar um at koma við einum svari, so at lok kann leggjast á málið formliga, antin tað so verður egg ella ungi.










