B68 miðvallarin Jann Ingi Petersen var sjálvandi vónbrotin yvir, at tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist at fáa stig burturúr:
-Vit hava góðar málmøguleikar, sum vit ikki duga at umseta til mál. Tá ið teir so fáa mál, kennist tað eyka tungt. Eg haldi ikki, at tað var serligur munur á spælinum úti á vøllinum.
Tit eru framvegis stigaleysir?
-Vit hava spælt tríggjar sera torførar dystir – á útivølli ímóti Víkingi og EB/Streymi og á heimavølli ímóti NSÍ. Næstu ferð verður avbjóðingin eisini stór, tí tá fáa vit vitjan av HB. Sjálvandi kenna vit trýst á okkum, men vit arbeiða við at samanspæla nýtt lið. Leikliga gongur tað støðugt framá, og vit trúgva uppá, at stigini eisini fara at koma, sigur Jann Ingi Petersen.










