Lítil mongd bjargar Faroe Pelagic

Hanus Hansen, stjóri í JFK, dylur ikki fyri, at hann fegin vil vera við at keypa Faroe Pelagic, hóast virkið sjáldan hevur koyrt væl. – Fyritreytirnar eru broyttar. Tað er so lítið at svartkjafti, at tað veldst um at fáa góðan prís og stutt at avreiða, og so hava vit eisini hesar sterku hollendingarnar við okkum, sigur hann

Í gjár kom fram, at Eik, sum eigur Faroe Pelagic (fyrrverandi Kollafjørð Pelagic,) hevur gjørt av at leiga virkið út til hollendska felagið Parlevliet & Van der Plas og føroyska JFK, og givið feløgunum ein forkeypsrætt komandi árið.

Hanus Hansen, stjóri í JFK, hevur góðar vónir til virkið, sum virkar svartkjaft og frystir hann, hóast fleiri eru komin í trupulleikar av virkinum fyrr.

– Fyritreytirnar eru broyttar. Tað er so lítið at svartkjafti, at tað veldst um at fáa góðan prís og so skal eisini vera stutt at avreiða, og so hava vit eisini hesar sterku hollendingarnar við okkum, sigur Hanus Hansen.

Hann leggur afturat, at tað rættiliga skjótt verður greitt, um teir fara at keypa virkið frá bankanum, hóast forkeypsrætturin er galdandi fyri eitt heilt ár.


Minni fiskur

Høvuðsorsøkin til, at Hanus Hansen hevur so góðar vónir, er at so lítið er til av svartkjafti, og tí veldst ikki longur um bara at hava so stóra mongd sum gjørligt.

– Nú mugu skipini hugsa um ein góðan prís og at spara so nógva olju sum gjørligt, so eg rokni við at vit kunnu fáa fisk frá ymisku skipunum í Føroyum, sum ikki frysta umborð, sigur Hanus Hansen, og greiðir frá, at Næraberg onki fer at hava við virkið í Kollafirði at gera.

Hollendingarnir eru stóri parturin í avtaluni um Faroe Pelagic. Stjórin verður hollendingur og eini 50 fólk fara at arbeiða á virkinum, sum fer at byrja at virka svartkjaft um miðjan desembur.