Lítil men góður

Fámjin: - Ja, tað hevði sjálvandi verið betri um vit vóru fleiri í skúlanum. Men tað gongur fínt sum er, siga teir tríggir næmingarnir í Fámjins skúla.

Tað er 4. tími í skúlanum, mikudagin í farnu viku.

Við trý av skúlaborðunum sita teir tríggir næmingarnir - Hanna Petersen, Andreas Jacobsen og Magnus Egilsson Lisberg - og lurta eftir tí, sum lærari teirra ber fram.

Alvi Mortensen hevur verið lærari her seinasta hálvtannað árið, og henda tíman eru tvær lærugreinir á tímatalvuni samstundis.

Teir báðir, Andreas og Magnus sum ganga í 6. flokki hava føroyskt, meðan Hanna í 2. flokki hevur rokning.

- Vit plaga at leggja tímatalvuna soleiðis, at tey ikki altíð hava somu lærugrein sama tíma, greiðir lærari teirra frá.

Hesin tímin er um at verða liðugur, og nú bíða tey eftir at gestalærari teirra, Trúgvi Strøm skal koma við ljóðføri sínum og undirvísa í guittarspæli.

Kanska tey røkka eitt fríkorter fyrst, annaðhvørt úti ella tey seta seg við teldurnar.


Saman

Teimum trimum næmingunum í Fámjins skúla dáma væl at ganga í skúla, - tó, allir dagar eru ikki eins.

Fyrimunur teirra, framum aðrar næmingar er, at lærarin hevur góða tíð til tann einstaka næmingin, og kann hjálpa teimum við uppgávunum ella evnunum, ið loysast skulu.

Tey trý - Hanna, Andreas og Magnus - eru tó samd um, at tað onkutíð kennist keðiligt, at tey eru eitt so fá í skúlanum.

Teir báðir dreingirnir eru kortini í teirri hepnu støðu, at teir hava seks tímar um vikuna saman við 6. floks næmingum í skúlanum í Trongisvági, m.a. lærugreinina handverk&list og ítrótt.

- Hetta er ein sera góð skipan, tí so eru teir saman við teimum næmingunum, sum teir skulu ganga saman við komandi skúlaár, sigur Alvi Mortensen.

Skipanin er nevniliga hon, at børnini úr Fámjin ganga seks tey fyrstu árini í bygdarskúlanum, og fara síðani til Trongisvágs í skúla.

Sum skilst á teimum, Magnusi og Andreasi eru teir eisini fegnir um møguleikan at sleppa hagar longu nú.

- Ja, tað er altíð gott, tá vit eru fleiri, siga teir báðir samsintir.

Henda mikudagin í farnu viku høvdu teir tikið guittarin við í skúlan. Men meðan Sosialurin vitjaði í Fámjin, komu boðini um, at tónleikalærarin mátti fara á fund.

So bleiv einki guitaristarí í dag.




Lesing er betri

Hanna Petersen gongur í 2. flokki og er einasta gentan í skúlanum hetta skúlaárið.

Henni dámar væl at ganga í skúla, men rokning er ikki beinleiðis hennara besta lærugrein.

- Nei, mær dámar betri at lesa - og at spæla við teldur, kemur tað stillisliga frá henni.



Fríkorter

Ikki ólíkt nógvum øðrum næmingum í 6. flokki, gleða teir báðir, Andreas og Magnus seg altíð til tað verður fríkorter, úti ella við teldurnar.

Tímatalan er lagalig, og er ein liðugur við setningin í einum tíma, kann ein bara fara víðari til tann næsta, ella ein fær eitt sindur longur fríkorter. Ella kanska at tey sleppa eitt sindur fyrri til hús.

Fyrimunurin hjá Hanna Petersen, Andreas Jacobsen og Magnus Egilsson Lisberg er, at teimum nýtist ikki at bíða eftir nøkrum bussi, men kunnu fara beint til hús.