Lítil maður á ólavsøku

Føroysk kona, sum er búsitandi í Englandi, tók hesa myndina av fitta smádreinginum á ólavsøku í fjør. Myndin er til taks á Vágaredaktiónini hjá Sosialinum

Hesin fitti smadrongurin sat so friðaligur í fínasta skrúð uppi við Tinghúsið, tá Hilda Peters, sum býr í Englandi, kom framvið við myndatólinum á ólavsøku í fjør.
Hilda tók hesa myndina, og hon heldur, at um foreldrini ella onnur avvarðandi at dronginum hava hug til tess, skulu tey sleppa at eiga myndina.
Myndin er á redaktiónini hjá Sosialinum í Sandavági, og um áhugi er fyri at fá myndina, ber til at ringja til Sosialin tlf. 33 38 20 ella senda teldupost til adressuna: vagar@sosialurin.fo