Neyvi prísurin var 92,2 milliónir dollarar ella 565 millónir krónur.
Tað er nýtt met fyri ein italskan málning
»Young Man Holding a Roundel« eitur verkið hjá Botticelli, sum livdi frá 1445 til 1510. Hann var hin fyrsti renusansulistarmaðurin í Firenze.
Talan er um mynd av ókendum manni úr Firenze síðst í 1400 talinum.
Tað er eitt av fáum andlitsmyndum hjá Botticelli, sum enn eru til.
Stóru verk hansara eru »Venus Føðing« og »Primavera«, sum eru sera væl umtókt á einum av heimsins mest vitjaðu søvnum: Uffici í Firenze.
Øll boðini, sum komu á uppbðssøluni í New York, fóru fram online ella við telefon. Sagt varð ikki, hvør keyparin var.
Tann fyrrverandi – ókendi – eigarin av málninginum hevði keypt hann í 1982 fyri 1,3 milliónir krónur á uppboðssølu í Bretlandi.
/ritzau/Reuters