Teir seinastu dagarnar hevur íslendska havrannsóknarskipið Bjarni Sæmundsson leitað eftir lodnu uppi á Norðurlandinum, men tað sær ikki út til, at nógv er til. Íslendsku bløðini skriva, at Bjarni Sæmundsson hevur sæð stóra og meðalstóra lodnu út av Húnaflógvanum, men kanningarnar bedna ikki á, at nógv er til.
Ætlanin var eisini at leita úti fyri Vestfirðum, men har var havísurinm komin so nær landi, at leitingin har mátti útsetast.
Sambært íslendsku bløðunum hevur havrannsóknarskipið ikki sæð nóg nógva lodnu, til at fiskimálaráðið kann geva skipunum kvotu at byrja fiskiskap.










