Longu í morgun eru umleið 20 húsvognar og nakrir bátar komnir á Vestmanna at halda bátastevnu.
Bátastevnan í Vestmanna, sum nú verður hildin fyri tíggjundu ferð, er nú blivin so stór, at eigarar av húsvognum og bátum nærmast eru farnir at stúra fyri ikki at fáa pláss í Vestmanna.
Í Kringvarpinum í morgun segði Bárður Nielsen, sum er ein av fyrireikarunum, at tað plaga at koma millum 5000 og 6000 fólk til bygdina, tá bátastevna er. Í so máta verður hetta vikuskiftið í Vestmanna at meta sum ein lítil ólavsøka.
Myndina, sum vit prenta saman við hesum greinastubbanum, tók Birgir W. Høgnesen í morgun.