Trý ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og væntandi landaði eitt av hesum skipum í dag. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki, at hini bæði línuskipini koma heim at landa hesa vikuna.
Aftrat ísfiskalínuskipunum, er eisini eitt frystilínuskip í íslendskum sjógvi í løtuni.
- Trý línuskip fiska í føroyskum sjógvi, tvey frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip. Restin av línuskipunum liggja við bryggj, men fara væntandi út aftur fyrsta dagin.
Lagt verður aftrat, at streymurin batnar, sum vikan gongur, og veðrið sær eisini út til at fara at blíðka sum dagarnir ganga. Hetta er vánalig tíð til útróður, men væntandi verður okkurt verður seinni í vikuni.










