Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara fýra ísfiskalínuskip til fiskiskap um okkara leiðir.
Eitt skip er á Íslandsrygginum og fær mest av toski og svartkalva - og so eru trý línuskip til fiskiskap, sum fáa mest av longu og brosmu.
Tvey frystilínuskip eru í Eysturgrønlandi. Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men væntandi fara fleiri út aftur, tá veðrið batnar.
- Streymurin verður hampiligur, men veðrið verður ikki av tí besta. Tí vænta vit ikki nógvan útróður. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er ikki nakað at reypa av, verður lagt aftrat.