Lítil línufiskur hesa vikuna

- Streymurin er góður, men veðrið roynist einki serligt, sigur Fiskamarknaður Føroya

Tað verður ikki nógvur línufiskur hesa vikuna. Bara tvey línuskip eru til fiskiskap, ein er norðanfyri og ein eystanfyri. Hesi bæði skipini koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Skipini, sum hava ligið inni, fóru ætlandi út aftur í vikuskiftinum – ella, tá veðrið batnar.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri hesa vikuna.
Um útlitini fyri útróðri, verður sagt, at streymurin verður góður, men veðrið roynist illa. Tí væntar marknaðurin ikki tað nógva av útróðrarfiski hesa vikuna.
- Ein djúpvatnstrolari er eystanfyri og fiskar svartkalva, meðan restin fiskar upsa. Væntandi koma nakrir, sum fiska upsa, inn í vikuni. Tann, sum fiskar svartkalva, kemur neyvan inn fyrr enn í næstu viku.
Partrolararnir eru allir eystanfyri og fiska upsa. Fiskiskapurin er brúkiligur, og skipini koma inn, sum hendan vikan gongur.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at bara ein trolbátur er til fiskiskap og kemur inn at landa í dag. Hann hevur mest tosk og hýsu. Annars fara trolbátarnir út, um veðrið verður til vildar.
- Tvey garnaskip, sum eru til fiskiskap, koma væntandi inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum.