Lítil íløguhugur

Áhugin millum útlendingar at gera íløgur í Danmark er minkaður nógv tað seinasta árið. Tað vísa tøl hjá Tjóðbankanum. Bankin sigur, at í 2011 gjørdu útlendingar íløgur í Danmark fyri 83 milliardir krónur, men at hugurin minkaði í triðja og fjórða ársfjórðingi. Í fyrsta ársfjórðingi í ár var uppaftur verri, tí tá tóku teir útlendsku eigararnir 10 milliardir krónur av landinum, sigur Tjóðbankin.

Serfrøðingar siga við Økonomisk Ugebrev, at ov stórur kostnaður og ov vánaligt kappingarføri gera, at teir útlendsku íleggjararnir hava minni hug at gera íløgur í Danmark nú enn fyrr. Teir leggja afturat, at fleiri ár við lítlum búskaparvøkstri gera, at Danmark verður mett sum eitt land við lítlum vakstrarmøguleikum.