Lítil hvítingsbróður til

Tey bæði skipini, Atlantsfarið og Grunnabarð, hava fingið loyvi at fiska hvítingsbróður, men tað er lítið at fáa í løtuni og beint nú er tað ikki lønsamt, sambært Dánial Johansen, reiðara á Atlantsfarinum

Tað var tann tíð, tá føroyingar høvdu millum 10 og 15 »skittfiskarar«, men tað ævintýrið endaði í 80-árunum. Nú kundi verið líkt til, at tað er við at taka seg upp aftur.
- Vit royndarfiskaðu í fjør eftir hvítingsbróðri, men tað gekst ikki so væl. Nú er eingin av teimum monnunum til meira, sum kendu til at fiska hvítingsbróður, og tí mugu vit royna okkum fram, sigur Dánial Johansen, reiðari á Atlantsfarinum.
Teir royndu undan jólum, og tá var fiskiskapurin brúkiligur.
- Vit fingu eini 70 tons um dagin, men nú eftir jól hevur tað ligið um 15-20 tons um dagin, og tá er tað ikki lønsamt. Tað kostar jú nógv í olju at toga eftir so lítlum, sigur Dánial Johansen.
Tað ljóðar, at besta vertíðin er um heystið og so januar, februar og mars.
- Men eftir jól hevur tað roynst ógvuliga illa. Vit vóru eisini óhepnir, tí tveir teir fyrstu túrarnar álaðu vit trolið sundur. Men vit hava eitt sera gott samstarv við Vónina, og nú hevur trolið so hildið, sigur Dánial Johansen.
Tað hevur verið neyðugt at roynt seg fram, tí ongar royndir eru gjørdar tey mongu seinnu árini.
- Vit hava roynt alt, sum roynast kann, og vit hava havt myndatól á næstan hvørjum háli. Men møguleikarnir at royna eru so nógv skerdir í mun til tað var í 70-unum og 80-unum, sigur Dánial Johansen.

Vóna enn
Ein stórur partur av hvítingsbróður veiðini plagdi fyrr at vera stóra hjáveiðan av rundum fiski, men tann møguleikin er ikki til staðat í dag.
- Vit hava stórmeskað trol og rist í, so vit hava onga hjáveiði. Tað kann koma til einar fimm fiskar í hálið, so tað er ikki tað stóra, sigur Dánial Johansen.
Tá skip royndu eftir hvítingsbróðri fyrr, vórðu smámeskað trol nýtt, og eisini sluppu tey at fiska á grynri vatni.
- Tað er møguligt, at tað hevði hjálpt, at sloppi á aðrar leiðir. Men vit hava roynt eystan fyri, allan vegin suður um Suðuroynna og norður eftir vestan fyri. Men tað hevur ikki borið til, sigur Dánial Johansen.
Atlantsfarið liggur annars í løtuni.
- Av tí at tað er so lítið at fáa, hava vit valt at gera klassingina. Hon skuldi kortini gerast nú áðrenn mars mánað, so vit koma at liggja hesa vikuna og nakað inn í næstu viku eisini. Men tá er so ætlanin at fara út aftur at royna, sigur Dánial Johansen.
Tað hevur annars ljóðað, at partrolararnir fáa væl av hvítingsbróðri í trolið.
- Tað kann vera, at teir fáa hvítingsbróður í trolið, men tað er neyvan í teimum nøgdum, sum vit hava brúk fyri, skal veiðan løna seg, sigur Dánial Johansen.
Men enn ætla teir sær so at royna, tí vón er fyri, at hvítingsbróðurin kann faraz at taka seg upp aftur.