ES-bygnaÐur
Árni Joensen:
Hvørki Bretland ella Svøríki taka undir við uppskotinum um, at Evropasamveldið skal hava nýtt navn, og at felagsskapurin ístaðin skal fáa heitið Sameindu Evropeisku Statirnir, soleiðis sum tann serliga grundlógarnevndin hjá ES mælti til mánadagin.
Hugskotið um tað nýggja navnið eigur formaðurin í nevndini, fyrrverandi franski forsetin Giscard d'Estaing. Hansara uppskot er, at ES skal annaðhvørt eita Sameindu Evropeisku Statirnir ella Tað Sameinda Evropa.
Peter Hain, sum fyri nøkrum døgum síðani fór frá sum bretskur ES-ráðharri, sigur, at bretska stjórnin kann ikki góðtaka heitið Sameindu Evropeisku Statirnir, og hann væntar, at fleiri aðrar stjórnir í ES-londunum fara at vísa uppskotinum frá sær.
Svenska umboðið í grundlógarnevndini, Lena Hjelm-Wallén, sigur, at sviar taka heldur ikki undir við uppskotinum hjá Giscard d'Estaing. Hon sigur, at ES er ikki ein statur, og hon heldur tað vera skeivt at reingja veruleikan við at gera felagsskapin til annað, enn hann í veruleikanum er.
Finnland tykist heldur ikki serliga hugað fyri uppskotinum. Teija Tiilikainen, sum umboðar Finnland í grundlógarnevndini, segði í gjár, at tosið um at broyta heitið á ES leiðir orðaskiftið inn á eina skeiva kós.










