Lítil áhugi fyri úrslitinum

Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, leggur í dag úrslitið av síni kanning av Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum fram.

 

Tað vóru tey 15 tingfólkini í andstøðuni, sum heittu á Páll á Reynatúgvu um at seta kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í samband við at kvotur vóru fluttar frá einum línuskipi til eitt uppsjóvarskip.

 

Men hóast tey vóru 15, sum skrivaðu undir áheitanina, er einans tveir andstøðulimur tilstaðar á tíðindafundinum í dag, tá úrslitið verður lagt fram. Teir báðir, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, eru báðir í formansskapinum í løgtinginum. Hinir báðir limirnir í formansskapinum, Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi og løgtingsformaður, eru eisini til staðar.

 

Samgongan er betri umboðað, men langt frá fullmannað. Umframt teir báðar í formansskapinum eru seks tingkvinnur og ein tingmaður til staðar í dag.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eru teir báðir, sum eru kannaðir, eru eisini til staðar, eins og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.