Lítil áhugi fyri Paradise Hotel

Í ár er áttanda árið á rað, at TV3 bjóðar Paradise Hotel, men í ár hevur sendingin tað lægsta hyggjaratalið í søguni.

 

Fullir, fúlir og fríir ungdómar vísa seg á skíggjanum hjá TV3 hvørt ár, tá ið Paradise Hotel er á skránni. Connie Brockie er einasti føroyingurin, sum hevur verið í sendingini.

 

Tað sá gott út hjá TV3, tá ið fyrsta sendingin var víst, tá ið 260.000 hyggjarar fylgdu við.

 

Men eftir hetta fall hyggjaratalið nógv.

 

Týsdagin lá talið um 218.00, mikudagin um 199.000 og hósdagin á 167.000.

 

Hetta skrivar bt.dk umvegis heimasíðuna mediawatch.dk

 

Víst verður á, at í 2009 og 2010 vóru hyggjaratølini munandi hægri tað fyrst vikuna av sendingini, og væl hægri í miðla fyri alla sendingina.

 

Sætta umfarið av sendingini, tá ið Amalie var høvuðspersónur, var tað umfari, sum hevði hægst hyggjaratøl. Tá vóru í miðal 301.000 hyggjarar til hvørja sending.