Høvuðsstuðulin hjá danska kvinnulandsliðnum í hondbólti umhugsar støðuna, nú næstan allir teir føstu leikararnir hava sagt nei til at spæla á landsliðnum. Kvinnulandsliðið í holdbólti, sum skal umboða Danmark í teimum næstu dystunum, hevur ikki sama virðið sum stjørnurnar, sum hava sagt nei til at spæla á landsliðnum, tí tær missa næstan helmingin av samsýningini.
Tryggingarfelagið GF Forsikring, sum er høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum, umhugsar at sleppa samstarvinum, tá verandi sáttmáli við hondbóltssambandið rennur út við árslok í 2012.
-Vit hava eina heilt nýggja støðu. Hetta er eitt ungt og óroynt lið, og tí er tað ein spurningur, hvat vit kunnu fáa burturúr, sigur Rikke Skovlund, sum er marknaðarleiðari hjá GF Forsikring, við TV2.
TV2, sum hevur rættindini til dystirnar hjá kvinnulandsliðnum, umhugsar eisini støðuna og samstarvið við hondbóltssambandið. Tað sigur Frederik Lauesen, ítróttarstjóri hjá støðini.