Bara tað er føroyskt, er tað forkunnugt. Soleiðis er tað eftir øllum at døma ikki longur - hóast tað snýr seg um ein føroyskan film, ið kann sigast vera rættiliga sjáldsamt. Áhugin hjá føroyingum at síggja filmin hjá einasta føroyska filmsleikstjóranum, Katrini Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird er sera lítil og nógv minni enn Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio hevði væntað frammanundan. Higartil hava fimm sýningar verið og eini 6-700 fólk hava sæð filmin. Samanbera vit við filmin hjá Nils Malmros Barbara høvdu 3200 fólk sæð filmin eftir fimm sýningar. Íslendski filmurin Dansurin, ið lutvíst er upptikin í Føroyum, byggir á føroyska stuttsøgu og lutvíst hevur føroyskar leikarar, gekk heldur ikki væl í Havnar Bio. Bert 700 fólk sóu filmin.
- Eftir mínum tykki hevur frumsýningin av Bye Bye Blue Bird í Norðurlandahúsinum oyðilagt rættiliga nógv fyri undirtøkuna seinni. Nógv fólk, ið sóu filmin tá, hava sagt, at ljóðið í filminum var so vánaligt, og tí tíma onnur ikki í Havnar Bio at síggja filmin. Men ljóðið á eintakinum, vit hava, er sum tað eigur at vera, og franska og enska talan hjá gentunum hevur danskan undirtekst. Og tey, sum hava sæð filmin, lata væl, teim flestu dámar hann væl, sigur Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio.
Umrøðan vánalig
- Vánaliga undirtøkan stavar kanska eisini frá, at umtalan av filminum, áðrenn hann varð vístur fyrstu ferð, hevur verið ov lítil. Ella talar hann rætt og slætt ikki til fólk, sigur Jákup Eli Jacobsen.
Jákup Eli Jacobsen leggur afturat, at eingin skúlasýning hevur verið av filminum og tað ger rættiliga stóran mun. Allir skúlar hava fingið tilboð um serligar sýningar, men enn hevur eingin tikið av. Summarið er annars besta árstíðin hjá Havnar Bio at vísa film. Myndin er júst tann øvuta í Danmark.
Ætlanin er at vísa filmin í Havnar Bio í tríggjar vikur, men verður undirtøkan betri, verða fleiri sýningar. Eitt eintak av filminum er í Klaksvík, tað eintakið fer til Tvøroyrar um mánaðarskiftið, og síðani til Danmarkar aftur.
Biografarnir í Danmark liggja ikki á knøunum fyri at sleppa at vísa Bye Bye Blue Bird. Dansk Filmsinstitutt, sum hevur fíggjað meginpartin av filminum, eigur eisini uppgávuna at marknaðarføra filmin, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa nakran stóran biograf at vísa filmin, hóast tey eru væl vitandi um, at nógvir føroyingar, hálvir sum kvartir búgva í Danmark. Bert ein lítil biografur í Keypmannahavn og ein í Århus hava játtað at taka filmin á skránna. Sýningarnar í Keypmannahavn byrja tann 30. juli.










