Seinnapartin í gjár var ein harmonikusamanstoytur á Jóannesar Paturssonargøtu í Havn.
Løgreglan sigur, at samanstoyturin hendi framman fyri ein fótgangarateig, og at aftari bilurin var óansin og helt ikki neyðugu frástøðuna. Bilførarin í bilinum fekk eitt klipp í koyrikortið, tí hann ikki helt neyðugu frástøðuna.
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men nakað av materiellum skaða var.
Eisini varð ein bilførari tikin í nátt fyri at koyra við kenning.