Lítil grind lagt beinini í Hvalba

Í morgun hevur ein pikkalítil grind lagt beinini í Hvalba.

 

Hon varð sædd úr landið har hon stóð og grindaði við Tjørnunes Tað var skjótt at bátar komu til hana og hon varð rikin inn á Hvalba, har hon varð hildin til og varð dripin eftir eini heilt lítlari løtu.

 

Talan er bara um níggju hvalir, og enn er ikki avgjørt, hvussu grindin verður skift. Men hon er so lítil, at tað verður í mesta lagi skift til Hvalbiar Kommunu, sigur sýslumaðurin.