Løgreglan fekk í morgun boð um, at ein grind var funnin út fyri Sørvág í morgun, men enn er ikki greitt, um grindin verður hildin til.
- Klokkan 07.15 fingu vit boð um, at ein lítil grind varð funnin út Sørvág, men enn er eingin avgerð tikin, um hon verður hildin til, upplýsir sýslumaðurin.
Orsøkin er, at ein grind legði beinini í Sandavági í gjár og koma seðlarnar frá tí grindini ikki út fyrr enn klokkan átta. Tá tað er avgreitt, so tekur sýslumaðurin støðu til, um hon verður hildin til ella um hon verður slept.