Tað komu 96.000 nýggj arbeiðspláss í USA í síðsta mánað, og tað var heldur minni, enn stjórnin hjá Barack Obama, forseta hevði vónað.
Tey nýggju hagtølini vísa, at arbeiðsloysið minkar úr 8,3 prosentum í 8,1 prosent, men sambært AP-tíðindastovuni kemst tað í høvuðsheitum av, at fleiri fólk eru givin at søkja arbeiði. Talið á arbeiðsleysum umfatar bara fólk, sum søkja arbeiði.
Higartil í ár eru 139.000 arbeiðspláss komin afturat í meðal um mánaðin. Í fjør var meðaltalið 153.000.
Politiskir eygleiðarar siga, at tey seinastu tølini gagna ikki valstríðnum hjá Barack Obama.