Lítil fongur hjá løgregluni í Sandoynni

Løgreglan var í gjár í Sandoynni og gjørdu ferðslukanningar. Sigast má tó, at sandoyingar koyra hampiliga, í øllum førum í gjár.

 

97 bilar vóru steðgaðir av løgregluni, men einans sjey bøtur vórðu skrivaðar. Lógarbrotini vóru tí av minni týdningi.

 

Ein bilførari bleiv tó steðgaður í Klaksvík fyri at koyra ov skjótt. Hann bleiv máldur til at koyra 105 km/t, og fekk tí eitt klipp í koyrikortið afturfyri.