Lítil fiskur á uppboðssøluni

Teir báðar seinastu dagarnar hevur uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum selt góð 20 tons, 16 í gjár og hálvt fimta tons í dag.

Ein lítil helvt av tí, sum var á marknaðinum í dag, var kongafiskur, sum fór fyri 8,50 krónur í meðal fyri kilo.

Í gjár var ein lítil helvt svartkalvi, og tað mesta fór fyri knappar 35 krónur í meðal. Nakað var av kongafiski, sum fór fyri góðar 12 krónur í meðal, og hálvtannað tons av blálongu fekk meðalprísin 10,79 krónur. Prísurin á toski lá millum knappar 14 og góðar 15 krónur fyri kilo.