Øl til festivalarnar

Nú fer at bera til at skonkja øl til tiltøk har nógv fólk eru komin saman. Hetta avgjørdi løgtingið á seinasta fundinum fríggjadagin.


Nógv hevur staðið á í tinginum seinastu dagarnar, og fleiri átrokandi og týðandi uppskot skuldu fáast av vegnum, nú tingið fer í summarfrí. Eitt hitt seinasta bragdi hesa tingsetuna gjørdist, at uppskotið um at broyta rúsdrekkalógina, so eitt nú festivalar, ráðstevnur og onnur stór almenn tiltøk skulu kunna søkja um at skeinkja øl bleiv samtykt. Við ynk og fred vildi onkur kanska tikið til.
Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, sum vegna landsstýrið legði uppskotið um broyta rúsdrekkalógina fram í vár í ár. Í grundgevingunum til uppskotið, varð sagt, at eftir galdandi rúsdrekkalóg er bert loyvt at skeinkja rúsdrekka á støðum við skeinkiloyvi, og loyvi til útskeinking kann einans verða veitt persónum, feløgum o.l., ið reka hotell- og restauratiónsvirksemi. Heimild er ikki fyri at loyva, at skonkt verður til støk tiltøk, eins og vanligt er aðrastaðni. Tískil er ikki møguligt at veita loyvi til at skeinkja á eitt nú stevnum og øðrum tiltøkum, eins og møguleiki ikki er fyri at skeinkja rúsdrekka í sambandi við, at størri almennar veitslur ella dansikvøld, um hesi tiltøk verða hildin á øðrum støðum enn teimum, sum hava permanent skeinkiloyvi.
 
Drekka niðurfyri
Víðari verður sagt, at verandi rættarstøða neyvan virkar tálmandi upp á nýtsluna, men hinvegin elvir til, at drukkið verður undir óskipaðum viðurskiftum uttan eftirlit. Av tí, at rúsdrekka ikki kann keypast til hesi tiltøk, verður mangan drukkið ríkiligt niður fyri, áðrenn farið verður heimanífrá, umframt at fólk hava rúsdrekka við sær. Henda støða er óvirðilig, og minnir rúsdrekkamentanin á hesum øki ikki so lítið um ta rúsdrekkamentan, vit kendu so væl í Føroyum fyrr, og sum roynt var at koma burturfrá við nýggju rúsdrekkalógini í 1992. 
Núverandi skipan hevur eisini óhepnar avleiðingar við sær fyri trygdina til tey størru av umrøddu tiltøkum  her verður serliga hugsað um festivalarnar og størri dansikvøld, av tí at stórur vandi kann standast av teimum fløskum, sum fólk ofta hava við sær. Hóast tað ikki er loyvt, eru royndirnar hjá teimum, sum skipa fyri slíkum tiltøkum og standa fyri vaktarhaldinum, at tað ikki ber til at sleppa undan, at fólk hava fløskur við sær inn á økið við teimum óhepnu avleiðingum, hetta hevur við sær.  Mett verður, at hesin trupulleiki hevði verið munandi minni, um loyvt var at skeinkja á staðnum. Hetta hevði samstundis gjørt tað møguligt at styrkt eftirlitið við teimum yngru, sum ikki hava aldur at keypa rúsdrekka á staðnum.
 
Neyðsemja ella rossahandil
Annars kann sigast, at pissoirstemningurin, sum rættiliga hevur hug at festa seg í veggirnar í vakra salinum hjá háttvirda tinginum, veruliga kom til sjóndar á tingfundinum í dag. Menn savnaðust teskandi og tutlandi í trunkum, sum smágentur á at líta, og eyðsæð var, at nógv stóð á, meðan orð sum rossahandlar, neyðsemjur, hyklarar og feikir fanar flákraðu sum fjálturstungnar flugur í føgru vársólini. Eitt var í øllum førum vist í tinginum í dag  teir hava havt úr at gera í gjárkvøldi at fáa kabaluna um atkvøðurnar at ganga upp. Longu tíðliga í morgun gingu søgur um, at Miðflokkurin skuldi hava bjóðað samgonguni at atkvøða fyri uppskotinum um pensiónir og eftirlønir til landsstýrismenn, um landsstýrismaðurin sá til, at rúsdrekkamálið varð havnað, so ella so. Sambært keldum, sum vóru partar av avtaluni, var neyðsemjan ella rossahandilin framvegis galdandi í morgun, tá onkur kringur telvari tók yvir og fekk Sambandsflokkin at atkvøða blankt til uppskotið um pensiónirnar hjá landsstýrismonnunum, so tað ikki bleiv Miðflokkurin, sum kom at avgera málini bæði. Politikur, tá hann er bestur ella ringastur.
 
Uppskotið um rúsdrekkalógina varð samtykt við atkvøðunum 19 fyri og 12 ímóti, og fer tað at virka um nakrar vikur.