Darren Ferguson hevur vunnið liðið úr fjórðbestu ensku deildini í næstbestu deildina eftir tveimum árum. Og hóast Reading og West Bromwich hava sýnt honum áhuga, heldur hann fram í venjarasessinum í Peterborough. – Málsetningurin er at vinna liðið upp í Premier League, og tað er eingin orsøk at gevast nú, sigur 37 ára gamli Darren Ferguson við enskar miðlar.